Hjálpir tað at syngja?

Vit hava sæð seinastu vikurnar, hvussu fólk hava leitað til listina, og serliga hvussu tónleikurin hevur knýtt fólk saman. Fyrst á balkongunum í Italia, síðan í Spania og eisini við morgunsangi í DR1, og ikki at gloyma Føgru blómu kring oyggjarnar.
Tónleikurin kann nakað, sum er torført at greiða frá. Tónleikurin sameinir og skapar felags hugmyndir og endamál.

Í søguni hjá Ísrael finna vit nógvar løtur, har tað verður trivið í sang og tónleik. Tá ið Ísrael var komið yvir um Reyða havið, skipaði Mirjam sangin og dansin. Tá ið Hanna fekk barn sang hon. Debora og Bárak sungu sigursljóð eftir kríggið. Og nógv onnur dømi um sang eru í Bíbliuni

Í Bíbliuni er eisini ein heil sálmabók. Har eru pílagrímssangir, sálmar, lovsangir og harmljóð. Sálmar, sum Móses, Dávid og onnur hava skrivað. Fleiri av hesum sálmum eru føddir fram í angist, strongd og trongdum. Vit kenna søguna, um hvussu Dávid skrivar um at vera bjargaður undan Sauli. Og eisini skrivar hann um tá ið profeturin kemur til Dávid og vísir honum á syndina, og Dávid syngur ein sang um umvending og at fáa hjarta reinsað. Sálmarnir eru eitt tað besta dømið um, at vit kunnu vera erlig yvir fyri Gudi. Vit hava loyvi til at koma til Gud við øllum.

Bíblian er ikki ein bók, sum vísir lívið sum nøkur glansbíløt. Sum oftast fær man alt við, eisini tað minni glamurøsa: trongdirnar, strongdina og “behind the scenes” familjudrama og annað. Eitt gott dømi um slíkar truplar støður er 2. Krýn 20, har Jósafat upplivir, at Ísrael er umringað av fíggindum. (Eg fari at eggja tær at lesa allan kapitullin, men eg fari bara at taka nøkur fá ting fram) Tey vita ikki, hvat tey skulu gera, tey fasta, og hann rópar til Gud ... “Guð vár, vilt tú tá ikki lata dóm ganga yvir teir? Tí at vit eru einki mentir móti hesi miklu mannfjøld, sum kemur ímóti okkum, og vit vita einki at gera, men til tín horva eygu vár!»” 2. Krýn 20:12‬ ‭Tey eru milt sagt í eini kreppu. Tey savna alt fólkið og ein talar og sigur: “... Orrustan er ikki tykkara men Guds.” 2. Krýn 20,20. Tíðliga morgunin eftir, tá ið herurin er á veg avstað, skipar Jósafat tey soleiðis: “... «Hoyrið meg, Júda menn og Jerúsalembúgvar: Havið trúgv á Harran, Guð tykkara, so skulu tit standast; og troystið á profetar hans, tá skal eydnan fylgja tykkum!» Síðan ráðførdi hann seg við fólkið og skipaði Harranum sangarar, sum skuldu syngja í heilagum skrúði, meðan teir gingu út undan hermonnunum: «Lovið Harranum, tí at miskunn hans varir um ævir!»” 2. Krýn‬ ‭20:20-21‬

Fólkið fekk greið boð. Tey skuldu seta sítt fokus á Gud, tey fingu at vita, at Gud kom at berjast fyri tey. Og Jósafat segði við fólkið, at hetta skuldi koma til sjóndar soleiðis, at sangararnir gingu fremst og sungu lovsang. “Men í somu løtu sum teir byrjaðu fagnaðarrópið og lovsongin, læt Harrin loyniliggjarar ráðast á Ammonitar, Móabitar og Se'irsbúgvar, sum komu móti Júda, so at teir fingu ósigur.” 2. Krýn‬ ‭20:22‬

Hvussu hevur tú tað hesar dagarnar? Hevur tú mist mótið, ert tú ørkymlaður av øllum teimum ringu tíðindunum? Tað er ikki so løgið, um tú ert tað. Vit kunnu læra av Jósafat og hinum, at hyggja á Gud, lata Harran stríðast fyri okkum og syngja honum lovsang. Vit syngja ikki, tí at hetta er ein ynskilig støða, men vit syngja lovsang, tí Gud er hin sami, sum hann var tá. Vit syngja, tí vit vilja upplyfta hann og ikki trupulleikarnir, sjálvt um vit eru fullvæl greið yvir, at teir eru har.

Latið okkum syngja til Gud í hesum døgum. Sangurin er ein tilbiðjan til Gud, ein viðurkenning av, at hann er tann, sum hann sigur seg vera. Vel sangir, sum erligt umboða tað, sum tú følir og kennir. Gud er ikki bangin fyri tínum erligu kenslum, hann ynskir,a tt ú bert allar stúranir og hugsanir til hansara. Og sangurin kemur eisini at gera nakað við teg. Hann kann fáa teg at skifta fokus frá trupulleikanum til loysnaran.

- Hallgerð Akurstein