SDG-heima

Hey tit!

Harmiligt ikki at kunna møtast við tykkum sunnudagin. Men vit halda fast við tilráðingarnar. Øll tiltøk eru avlýst næstu 14 dagarnar ella so leingi tilráðingarnar standa við. Tað merkir eisini, at SDG-bólkarnir væntandi ikki vera sum vant, men at hesir helst møtast á netinum. Meir kunning kemur um tað seinni :)

Samkoman í Føroyum er í eini sjáldsamari støðu. Vit kunnu ikki savnast í okkara bygningum, og á ein hátt kennir man kanska eitt pinkalítið sindur til, hvat eitt savningarforboð er fyri nakað. Nakað sum okkara brøður og systrar í forfylgda heiminum liva undir hvønn dag og eisini við nógv størri vandum og avleiðingum enn vit.

Hin fyrsta samkoma, hon kom saman og hon breyt breyðið við hús.

“Og hvønn dag hildu tey sær samhugað støðugt í halgidóminum og brutu breyðið heima við hús og fingu føði sína við gleði og í hjartans einfaldi,”
‭‭Ápostlasøgan‬ ‭2:46‬ ‭

Nú vit ikki kunnu savnast til møtir, ungdómsmøtir, bønarmøtir o.a. so upplivi eg tað soleiðis, at kanska Gud kann brúka hetta til at flyta okkara gudsdyrkan frá sunnudegnum og inn í hvønn dag í vikuni. Tí um tú leggur til merkis, hvat gongur aftur í báðum ørindunum í Ápostlasøguni, sum eg nevni her, so er tað orðingin: hvønn dag.

“og teir lótu ikki av at læra hvønn dag í halgidóminum og heima og at boða gleðiboðskapin um Krist Jesus.”
‭‭Ápostlasøgan‬ ‭5:42‬ ‭

Kristna lívið er ikki ætlað til at vera ein sunnudagssportur ella ein privat sak men eitt lív livað hvønn dag í samfelag við Gud gjøgnum sonin Jesus Kristus. Kristna lívið er eitt gerandislív við einum vikuligum halgidegi, sum eisini er hvíludagur.

Hetta er eisini fult í trá við tað, sum Ísrael fekk at vita frá Gudi. Tey skuldu tosa um Gud og hansara orð til teirra dagliga. Og høvuðsendamálið við hesum var, at tað skuldi berast víðari til næsta ættarlið. Orðið um Gud skuldi havast á lofti bæði úti og heima.

“Hesi boðorð, sum eg í dag leggi fyri teg, skulu vera í hjarta tínum; og tey skalt tú leggja børnum tínum eina við og bera tey upp á mál, bæði tá ið tú situr heima við hús, og tá ið tú gongur úti, bæði tá ið tú leggur teg, og tá ið tú fert upp.”
‭‭Fimta Mósebók‬ ‭6:6-7‬

Út frá hesum fara vit at heita á tykkum um at hava SDG-heima. Ikki SDG-børn, ikki SDG-ung ella SDG-vaksin, sum synirnir plaga at kalla møtið. Men SDG-heima.
Lat Guds orð, bønina og sangin fylla heimið. Tað kann vera hvønn dag, annaðhvønn dag ella leygarkvøld ella sunnudag. Men lat gudsdyrkanina hesar dagarnar flyta inn í heimið á ein og annan hátt.

Í tí sambandi koma vit at leggja eitt dømi um tekst at brúka til SDG-heima komandi sunnudag út leygardagin.

Fylgið við á blogginum og facebook-síðuni fyri at fáa íblástur og halda tykkum kunnað um, hvussu vit eru samkoma hesar dagarnar.

- Hallgerð Akurstein