Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráirhann leiðir meg. Sálm. 23,1-2
Í Dagur og viku her fyri, varð spurt, um tað kann koma nakað gott burturúr einari tílíkari kreppu, sum samfelagið stendur í beint nú. Bæði tey spurdu hildu, at tað kann tað gott, men tey hildu tað vera ringt at siga nú, júst hvat tað fór at verða.
Eg havi hugsað nógv um hetta í dag, og haldi sjálv, at hetta er ein tíð, har vit kunnu hvíla okkum. Gerandisdagurin hjá flest fólkum er fullur av res og kalendararnir eru fullir av týdningarmiklum og minni týdningarmiklum tingum, sum vit skulu gera, vera við til, náa o.s.fr. Men nú, tá ið nærum alt samfelagið liggur stilt, og flest fólk hava nógv minni um at vera, so er tíð til hvílu. Tað er tíð til at innheinta ta hvíld, sum tær manglar, at læra teg at hvíla teg og at finna útav, hvussu tú ikki noyðist at fara aftur til ein møguligan stressaðan gerandis dag, har hvíld verður niður raðfest. Tí hvíld er neyðug! Sjálvt Gud hevur tørv á hvíld:
og hann hvíldi á sjeynda degi frá øllum verki sínum, sum hann hevði skapað. Gud vælsignaði hin sjeynda dagin og halgaði hann, tí á honum hvíldi Gud frá øllum verki sínum, sum hann hevði skapað og gjørt. 1.Mós. 2,2-3
Hvussu hvílur tú teg? Ella við øðrum orðum, hvat ger, at tú fært nýggja orku? Er tað við at ganga langar túrar, lesa eina bók, skriva, liggja á sofuni eina løtu um dagin? Fyri at hvíla, mást tú heilt einkult finna fram til, hvat tað er, sum gevur tær nýggja orku, og at raðfesta hetta í tínum gerandisdegi.
Ofta halda vit, at vit ikki hava stundir til at lesa Guds orð, biðja ella at vera í Guds nærveru, tí at gerandisdagurin tykist so fullur av øllum sum vit skulu. Christine Caine sigur tað so gott: “first thing first” ella á føroyskum “byrja við tí fyrsta”. Tað tykist at vera soleiðis, at tá vit velja at seta eina løtu av til at vera saman við Gudi, (sum ikki altíð noyðist at verða so leingi!), áðrenn vit byrja upp á alt tað, sum skal gerast, náast o.s.fr., so taka tingini ikki so langa tíð ella eru ikki so torfør at koma í gjøgnum, sum vit hildu, áðrenn vit brúktu tíð saman við Gudi. Tað at brúka tíð saman við Gudi er nakað, sum gevur hvíld inn í okkara gerandis dag. Hetta er tí, at tíð í Guds nærveru ávirkar okkara tankar, kenslur, mót o.s.fr. sum so aftur ávirkar, hvussu vit takla støður í gerandisdegnum!
Ja, okkurt gott kann koma burturúr, hóast samfelagið liggur stilt og nógv eru ávirka av stúran og ótta. Men spurningurin er, hvussu velur tú at brúka tína tíð hesar dagar?
-Sanna Akurstein