Føstu-andakt 18. februar - Jónfríða Justesen

Vend títt eyga á Jesus.
Okkara lív er ein kampur allan vegin í gjøgnum, og vit eru fødd inn í hendan heimin til at kempa henda kamp og ikki at geva upp. Hesin kampurin er ikki ein fysiskur kampur, men meira ein kampur innaní okkum í okkara kenslum og tankum. Ein kampur fyri at stjala okkara gleði og okkara frið, ein kampur um okkara sál. Er tað nakar, sum kennir seg vera í hesum kampi ? 
Ikki missa móti. í Filipi brævinum 4 stendur: 
Filip. 4:6 Verði ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráðan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, 7. Og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristusi Jesusi. 
Tú kanst sleppa øllum, men hald fast við Guð. Kom fram fyri hann í øllum og við øllum. Hann er tann einasti, sum kann geva tær sanna gleði og sannan frið og bara er góður. Tá tú heldur fast við Guð, sum er óbroytandi og altvaldandi, má alt annað boyggja seg fyri honum, tí Hann er > Størri enn alt. Tað er ikki altíð tú sært broytingina beinanvegin. Men ert tú áhaldandi og úthaldandi, vilt tú uppliva og síggja gjøgnumbrot - tokan lættir, og tú sært týðiligari og longri. Hetta er ein áhaldandi kampur, men so leingi vit festa okkara eygu á Hann, eru vit sigrandi. 
Kampurin er ofta at fáa vent okkara eygu á Jesus, sum er sigursharrin í staðin fyri at síggja alt tað, vit stúra fyri. 
Hjálp okkum at venda okkara eygu á teg trúfasti Babba. 


Her ein sangur um Guðs trúfesti, sum virkuliga hevur rørt mítt hjarta.

https://www.youtube.com/watch?v=IvSuGyJQ6oM&feature=share&fbclid=IwAR1Y1dbS72sN3W3G8vpqB33_9B4SFzhorWe53_tdkyVLD4HADILKHv_fG5g

Jónfríða Justesen