Í Jes 56,7 profeterar Jesaja um, at templið skal vera eitt bønhús fyri allar tjóðir. Her skuldu øll fólkasløg koma at tilbiðja hin livandi Gud og at biðja.
Uppgávan hjá Ísrael var jú at liva sum Guds útvalda fólk, ein fyrimynd og Guds amboð til at draga fólkasløgini til Gud. Tí høvdu heidningar eisini loyvi at koma í forgarðin, og í seinna templinum í eina ávísan forgarð, forgarð heidninganna.
Tá ið Jesus so kemur og offrar eitt fullkomið syndaoffur fyri okkum øll einaferð fyri allar, so fáa vit atgongd til Gud, og hann ger okkum til sín bústað.
“Men tá ið Kristus var komin sum høvuðsprestur fyri hinum komandi góðu lutunum, tá gekk hann inn ígjøgnum hina størru og fullkomnaru tjaldbúðina, sum ikki er gjørd við hondum, tað er; sum ikki er av hesum skapningi; og gekk ikki heldur við blóði av bukkum ella kálvum, men við sínum egna blóði eina ferð með alla inn í halgidómin og vann æviga loysn.”
Hebrearabrævið 9:11-12
Jesus rindar prísin fyri okkum menniskju og flytur út úr templum gjørdum av steinum og inn í okkum menniskju, um vit vilja yvirgeva okkum til hansara og geva honum sæti í okkara hjørtum.
“Ella vita tit ikki, at likam tykkara er tempul heilaga andans, sum er í tykkum, og sum tit hava frá Guði, og at tit ikki eru tykkara egnu?”
Fyrra Korintbrævið 6:19
Hansara nærvera, sum fyrr var í templinum, og Gud búði í tí allarheilagasta, er í dag flutt inn hjá tær.
Og nú eru vit, sum einstaklingar og sum samkoma Guds hús, Guds tempul.
“So eru tit tá ikki longur fremmandir og útlendingar, men tit eru samborgarar við hinum heilagu og Guðs húsfólk, uppbygdir á grundvøll ápostlanna og profetanna, meðan Kristus Jesus sjálvur er hornasteinurin, sum hvør bygningur verður samanbundin við og veksur upp til eitt heilagt tempul í Harranum, sum eisini tit verða samanbygdir í til ein Guðs bústað í andanum.”
Efesusbrævið 2:19-22
Og templið, Guds hús hevur nógv profetiir í gamla testamenti, m.a. stendur hjá Ezekiel 47,1-12, at tað skal spretta ein á upp við tempulgáttina, hon skal vella fram og gera alt livandi, hon skal bera heilsubót og skapa lív ikki bara til menniskju men eisini til náttúruna.
Hesa somu ánna kann Gud við heilaga andanum skapa í okkum, sum eru hansara tempul. Les hvat Jesus sjálvur segði:
“Men síðsta dagin, tann størsta á hátíðini, stóð Jesus har og rópaði og segði: «Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki! Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna løkir við livandi vatni.» Men hetta segði hann um andan, sum teir, ið trúðu á hann, skuldu fáa; tí at enn var andin ikki komin, við tað at Jesus enn ikki var vorðin dýrmettur.”
Evangeliið eftir Jóhannes 7:37-39
Tá ið eg lesi hetta, fái hug at biðja:
Jesus, reinsa hetta templið, sum er eg. Ger meg til eitt bønhús, lær meg at biðja, gev mær bønaranda. Og lat tína anda, tína nærveru floyma út frá mær til onnur, so tey verða frísk, sunn, vælsigna og koma at liva livandi lív.
Hesa vikuna er Soli Deo Gloria er opið til bøn týsdagin 8. okt. - fríggjadagin 11. okt. kl.6-18.